top of page

Saman við Bóndafelag Føroya eigur Føroya Óðalsfelag smápartafelagið Jarðir, hvørs endamál er at eiga og reka fasta ogn, ferðavinnu, handil og annað virksemi í hesum sambandi.

 

Føroya Óðalsfelag og Bóndafelag Føroya samstarva um endamálið, at leggja til rættis ein felags leist fyri at samskipa og bjóða út ymisk ferðavinnutilboð. Og í hesum sambandi eisini at tryggja avgerðarrættin hjá teimum sum varða av jørðini, við at skapa greiðari viðurskiftir í samband við gongd í haga. Ein betri fyriskipan krevst ikki minst frameftir, nú ferðavinnan er alsamt vaksandi.

Nevndin í felagnum Jarðir umboðar Óðalsfelagið og Bóndafelagið, og teirra áhugamál, og skal Jarðir arbeiða miðvíst við at menna og samskipa ferðavinnutilboð, bæði til føroyingar og útlendingar.

 

Jarðir eigur eisini heimasíðuna hiking.fo har túrar í fjøllunum við ferðaleiðara kunnu keypast.

264467036_1347568345672257_7671784727200629647_n.jpg

Nevndarformaður í Jarðir

Niels T. Pedersen

Jallur53@gmail.com

+298 588444

Stjóri í Jarðir

Símun Gullaksen

simun@jardir.fo

+298 21 70 55

bottom of page